Ein neyðloysn, har José Mourinho stendur á odda fyri tí portugisiska landsliðnum í EM-undankappingardystunum ímóti Danmark 8. oktober, og Íslandi 12. oktober kemur ikki uppá tal. Hetta staðfesti José Mourinho í dag.
- Við atliti til mín egna stoltleika og mínar sterku kenslur fyri Portugal, so kann eg ikki nei, men eg kann heldur ikki siga Ja. Eg havi varhugan av, at ein slík loysn hevði als ikki verið væl móttikin í Real Madrid, segði Mourinho við altjóða fjølmiðlar í dag.
Fyrrverandi portugisiski landsliðsvenjarin, Carlos Queiroz var sagdur úr starvi aftaná, at hann fekk bann frá at virka sum venjari í eitt hálvt ár. Revsingina fekk Carlos Queiroz, tí hann royndi at forða dopingar-eftirlitsfólkum at gera sítt arbeiðið undir HM-endaspælinum í Suður-Afrika. Og nú stendur tað portugisiska landsliðið við ongum venjara.
- Fyri mín part, so høvdu vit verið noyddir at funnið fram til eina varandi loysn, og eg meti ikki, at tað fer at henda. Fyri meg er hetta málið avgreitt, sigur Mourinho










