Sambært fleiri sponskum miðlum er José Mourinho troyttur at svínska Pepe og atburð hansara á vøllinum, sum seinast gekk út yvir Messi mikukvøldið.
Képler Laveran Lima Ferreira, betri kendur sum Pepe, er komin í enn størri trupulleikar enn vanligt, eftir at hann í dysti móti Barcelona at síggja til við vilja traðkaði á vinstru hond á Lionel Messi í fyrru fjórðingsfinaluni í Copa del Rey.
Messi hevði fingið eina harða takling og sat á vøllinum, tá Pepe kom framvið og traðkaði á hondina sum tað sá út og sum eisini Mourinho metir tað, við fullum vilja.
28 ára gamli brasilskt føddi portugisarin er eftir hendingina lagdur undur hatur av meginpartinum av fótbóltsheiminum, serliga tí hetta er langt frá fyrstu ferð, at hann vísir ósømandi atburð á vøllinum.
Millum meira ótespiligu hendingarnar er dysturin móti Getafe í 2009, tá hann fekk 10 dagar leikbann fyri at smekka til Javier Casquero, meðan hein lá á vøllinum. Eftir at hava fingið reyða kortið helt Pepe fram við at trampa á Casquero og klína høvdið niður í vøllin, umframt at sláa ein anna leikara í andlitið.
Sambært sponskum miðlum fer Pepe ikki at verða revsaður fyri hendingina móti Messi, men aftur fyri skrivar Real Madrid-vinarliga dagblaðið, Marca, at José Mourinho og leiðslan í felagnum hevur fingið nóg mikið av leikaranum.
Solei-is skrivar Marca, at pepe ver-ður koyrdur úr hópinum í minsta lagi í 15 dagar. Almenna orsøkin er, at hann strekti ein muskul móti Barcelona, men í veruleikanum er tað fyri at geva honum tíð at hugsa um, hvat hann hevur gjørt.
Við hesum verður Pepe ikki við í returdystinum móti Barcelona í steypakappingini umframt La Liga-dystunum móti Atletic Bilbao og Zaragoza, skriva danskar heimasíður.