Real Madrid tekur í dag ímóti Barcelona í sponsku landskappingini. José Mourinho, venjari hjá Real Madrid, hevur gjørt sjey broytingar frá sigrinum á Barcelona týskvøldið.
Ein av teimum broytinginum er, at Cristiano Ronaldo situr á bonkinum. Real Madrid er 16 stig aftanfyri Barcelona í landskappingini og tí er sannlíkt, at José Mourinho hevur eyguni eftir 1/8 finaluni í Champions League, sum verður týskvøldið móti Manchester United á Old Trafford.
Fyri Barcelona er Lionel Messi við, hóast hann skal hava verið sjukur í vikuni. Xavi er skaddur og Javier Mascherano byrjar inni í miðverjuni fyri Carles Puyol.
El Clasico, sum dystirnir millum Real Madrid og Barcelona verða nevndir, byrjar klokkan 15.
Liðini:
Real Madrid: 4-2-3-1
Diego Lopez - Sergio Ramos, Raphael Varane, Pepe, Fabio Coentrao Michael Essien, Luka Modric - José Maria Callejon, Kaka, Morata Karim Benzema
Barcelona: 4-4-2
Victor Valdes - Jordi Alba, Gerard Piqué, Javier Mascherano, Dani Alves Sergio Busquets, Thiago, Andrés Iniesta; David Villa, Lionel Messi, Pedro