Mourinho sendi Porto út

Mourinho og hansara menn í Chelsea sendu í gjárkvøldið gamla felagið hjá Mourinho, Porto, úr Champions League-kappingini

Seinna áttandeilsfinalana millum Chelsea og gamla felagið hjá Mourinho, Porto, var á skránni í gjárkvøldið. Fyrri dysturin endaði 0-0, og tí var alt opið undan seinna dystinum.
Gestirnir úr Portugal fingu eina góða byrjan uppá dystin, tá Quaresma legði teir á odda eitt korter inn í dystin. Leiðslan helt sær til nakað út í seinna hálvleik, tá Robben javnaði fyri Chelsea við einum merkisverdum máli. 10 minuttir fyri leiklok tryggjaði Chelsea sær sigurin , tá Ballack legði teir á odda 2-1. Hetta gjørdist eisini endaliga støðan, og sostatt er Chelsea klárt til áttandeilsfinalurnar.
 
Roma vann úti á Lyon
Størsta yvirraskilsi kom í Fraklandi, har Roma vitjaði hjá Lyon. Fyrri dysturin í Rom var endaður við javnleiki 0-0, og tí var Lyon helst favorittur at spæla seg víðari í kappingini. Roma vann tó dystin 2-0 við málum frá Totti og Mancini í fyrra hálvleiki, og harvið eru teir víðari í kappingini.
Í síðsta dystinum tók Valencia ímóti Inter, og hesin dysturin endaði 0-0. Við málleysa javnleikinum er Valencia víðari í kappingini.