Mourinho rósar Thomas Sørensen

Aston Villa hevur fingið góða byrjan í Premier League í ár, og millum bestu spælararnar á liðnum er danski málmaðurin Thomas Sørensen. Leygardagin kláraði Aston Villa at fáa javnleik á útivølli ímóti Chelsea, og tað var millum annað orsaka av stórspæli frá Thomas Sørensen.- Øll sóu, at vit høvdu uppiborið at vinna, men málmaðurin hjá teimum hevur tvær ella tríggjar framúr góðar bjargingar, og so høvdu teir eisini stólparnar í parti við sær, segði Chelsea-venjarin, Jose Mourinho eftir dystin, sum endaði 1-1.