Fyrrakvøldið blivu tíðindini, sum mangir Manchester United-fjepparar hava bíðað leingi eftir, kunngjørd. Paul Pogba er komin aftur til Manchester United, sum hevur keypt franska miðvallaran fyri heili 100 milliónir pund. Hetta ger Pogba til dýrasta fótbóltsspælaran nakrantíð. Tað hevur fingið viðmerkingar frá bæði venjaranum hjá Arsenal, Arsène Wenger, og venjaranum hjá Liverpool, Jürgen Klopp.
Báðir venjararnir hava sagt, at prísurin fyri Pogba er alt ov dýrur, og at hetta keypið er eitt eyðsæð dømi um, at prísurin á fótbóltsleikarum er farin upp um øll rímulig mørk.
Men tey, sum kenna José Mourinho vita, at hann letur ikki slíkar ákærur standa ósvaraðar. Við heimasíðuna hjá Manchester United svarar Mourinho venjarafeløgunum speiskliga aftur - tó uttan at nevna nakran við navni.
- Eg kenni til hetta kjakið, men tað er skiljandi, at onkuntíð kemur tað at henda seg, at eitt felag setir met við einum leikarakeypi. Tað er bara møguligt í toppfeløgum sum Manchester United, sigur José Mourinho.
- Tá ið eg hoyrdi onkrar av hinum venjarunum finnast at keypinum av Pogba hugsaði eg, at teir hava ongantíð havt hendan trupulleikan. Tí treytin fyri at hava hendan trupulleikan er, at tú skalt vera venjari hjá einum av heimsins bestu feløgum. Í Manchester United ber hetta til, sigur hann at enda.
José Mourinho, Paul Pogba og Zlatan Ibrahimovic leggja frá landi í Premier League sunnudagin, tá ið útidystur ímóti Bournemouth er á skránni. Við slíkum karistmatiskum og arrogantum týpum sum hesum er valla nakar ivi um, at tað verður spennandi, undirhaldandi og umstrítt at fylgja Manchester United í Premier League í ár.










