Mourinho, ið mátti hava tveir lívverjar hjá sær eftir at Barcelona viðhaldsfólk høvdu gjørt seg inn á ein bil, ið Mourinho var í ígjár, legði upp til á einum tíðindafundi í dag, at tað hevur so stóran týdning fyri Barcelona at koma í finaluna, at tað kann koma at hava ringa ávirkan á Barcelona spælararnar.
- Tá vit vóru her í novembur og taptu í bólkaspælinum, sungu viðhaldsfólkini longu at tey skuldi til Madrid at spæla finaluna. Tað, ið eg vil siga við mínar spælarar er, at teir skulu fylgja dreyminum, men ikki gera tað til ein tvangstanka. Fyri okkum er tað ein dreymur, ikki ein tvangstanki. Fyri Barcelona er tað ikki ein dreymur, men ein tvangstanki, sigur Jose Mourinho.
Venjarin hjá Barcelona, Pep Guardiola, hevur ongan hug at tosa um Jose Mourinho ella Inter.
- Inter hevur einki at siga, heldur ikki teirra frálíki venjari ella teirra framúrskarandi spælarar ? tað einasta, ið hevur nakað at siga eru vit sjálvir. Vit fara út og royna at skapa so nógvar málmøguleikar sum vit altíð gera. Vit vita ikki um vit klára venda dystin til okkara fyrimun, men vit fara so at gera at vit kunnu fyri at koma í finaluna, sigur Pep Guardiola.
Inter Milan vann fyrru hálvfinaluna í Milano 3-1. Finalan verður leikt á heimavøllinum hjá Real Madrid, Santiago Bernabeu.