José Mourinho hevur steðgað øllum gitingum um, at hann skal vera á veg til annað felag, tí nú hevur hann longt sáttmála sín við Inter fram til á sumri 2012. Tað hevur annars ljóðað, at 46 ára gamli portugisin skuldi vera á veg til Real Madrid. Lønin til Mourinho hesi komandi árini skal vera tilsamans 220 milliónir krónur.








