44 ára gamli portugisin hevur annars staðið ovastur á ynskislistanum hjá enska fótbóltssambandinum, men nú ljóðar, at hann ístaðin er ávegis til eitt europiskt stórfelag. Úr enska fótbóltssambandinum eru boðini tó, at einki enn er avgjørt, og at tey ikki vilja nýta pressuna til sínar samráðingar. Líkamikið hvønn hesar eru við. Umfram Mourinho hava Fabio Capello, Jürgen Klinsmann og Marcello Lippi eisini verið settir í samband við enska landsliðsvenjarasessin.