Hann varð kallaður The Special One í enskum fótbólti, og mikukvøldið kann hann gerast nakað serligt í italskum fótbólti. Mourinho hevur ikki tapt 99 heimadystir á rað sum venjari, og mikukvøldið kann hann runda teir 100 dystirnar uttan tap, tá ið Inter fær vitjan av Leece í Seriu A. Av teimum 99 heimadystunum hevur Mourinho vunnið 83.