Mourinho ?leikbannaður?

Tá Real Madrid komandi tveir dystirnar fer á vøllin, verður tað uttan venjaran, José Mourinho, á bonkinum. Mikukvøldið vann Real Madrid 5-1 á Real Murcia í sponsku steypakappingini. Longu eftir 38 minuttir var José Mourinho vístur burtur frá bonkinum, tí hann grenjaði so illa inná dómaran.

 

Spanska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at José Mourinho hevur fingið forboð at sita á bonkinum teir komandi dystirnar. Real Madrid skal sostatt klára seg uttan The Special One í dystinum ímóti Sporting Gijon og Athletic Bilbao.

 

José Mário dos Santos Félix Mourinho, sum er hansara fulla navn, hevur fyrr verið ?leikbannður? í bæði Chelsea og Inter Milan.