Mourinho: Lat meg at møta Chelsea – í finaluni

Í gjárkvøldið vunnu bæði Real Madrid og Chelsea seg víðari í fjórðingsfinaluna í Champions League við 4-1 sigrum.

 

Men meðan Real Madrid hevði ein 1-1 javnleik við sær frá fyrra dystinum í Ruslandi móti CSKA Moskva, var tað niðanbrekku fyri Chelsea, sum hevði tapt 3-1 í Napoli.

 

Real Madrid greiddi sína skyldu sum væntað við 4-1 sigrinum, og tey, sum hugdu at Chelsea-Napoli á TV3+, sóu ein framúrskarandi dyst, sum hevði alt. Gott spæl frá báðum pørtum, mál og so ikki minst spenning.

 

2-0 á odda við málum frá Didier Drogba og John Terry var tað Chelsea, sum stóð í fjórðingsfinaluni tveir minuttir inn í seinna hálvleik. Men so skoraði Gökhan Ilner til 2-1, og so var Napoli aftur víðari.

 

Eitt brotsspark frá Lampard skapti fullkomna javnvág í roknskapin, og so mátti eykatíð til. Og ein minutt fyri hálvleik av eykatíðini fall avgerðin, tá Ramires snúði sær væl í høgra borði, slepti bóltinum millum tveir Napoli-leikarar til Drogba, sum við góðari fintu sendi bóltin flatt innfyri.

 

Og har kom Branislav Ivanovic til og hamraði bóltin í netið, og Chelsea víðari til fjórðingsfinaluna.

 

Og ein, sum er glaður fyri hetta, er fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, og verandi Real Madrid venjari, Jose Mourinho.

 

- Fólk skilja ikki, hvussu góður eg eri við Chelsea, og eg veit, at um vit møta teimum í fjórðingafinaluni ella í hálvfinaluni, fáa vit harða mótstøðu, sigur Jose Mourinho við thenational.ae.

 

Og hann heldur fram:

- Eg eri glaður um, at Chelsea er komið víðari, og eg hevði elskað at møtt teimum – í finaluni!

 

Liðini, sum eru komin í fjórðingsfinaluna, eru:

APOEL Nicosia

Barcelona

Bayern München

Benfica

Chelsea

Marseilles

Milan

Real Madrid

 

Lutakast um, hvussu liðini møtast í fjórðingsfinaluni, verður á miðdegi í morgin.