Tað valdaði ruðuleiki í dystinum millum Barcelona og Real Madrid í gjár. Móti endanum av dystinum klípti Real Madrid venjarin hjálparvenjaran hjá Barcelona, umframt at tríggir leikarar fingu reytt kort.
José Mourinho er ongantíð langt frá yvirskriftinum og í gjár kláraði hann tað aftur. Innskifti Real Madrid leikarin, Marcelo, taklaði nýggja Barcelona miðvallarin, Cesc Fabregas, um koll og fekk beinleiðis reytt kort.
Hendingin fekk øði í grindina og menn fóru til hendurs og róptu eftir hvørjum øðrum. Sjónvarpsmyndirnar vísa millum annað, at José Mourinho fór yvir til hjálparvanjaran hjá Barcelona, Tito Vilanova, og klípti ella hálaði hann í eyga og eftir fylgjandi fór Real Madrid venjarin bara at smíla.
Á tíðindafundi eftir dystin kallaði hann Barcelona venjaran fyri ein ávísan lut, ið mannfólk hava millum beinini og legði afturat, at hann visti ikki hvør Titi Vilanova var, skrivar BBC.
Hann vísti eisini, at ongir bóltadreingir vóru til seinna hálvleik og segði at slíkt gera bara tey smærru liðini.
Teir tríggir, ið fingu reytt kort í hendingini vóru Marcelo og Mesut Ozil hjá Real Madrid og David Villa hjá Barcelona. Teir báðir seinnu vóru útskiftir, tá hendingin fór fram.
Hendingin sæst HER
José Mourinho var fleiri ferðir i myndini og vísti við teknum hvat hann helt um Barcelona og teirra leikarar. Ein av støðunum var tá Lionel Messi kom framvið bonkinum hjá Real Madrid. Tann hendingin sæst HER
Brot úr dystinum kunnu síggjast HER









