Í januar mánaði royndu teir at fáa fatur á onkrum, men einki riggaði. Nú hevur Chelsea so endiliga fingið ein nýggjan verjuleikara. Talan er um 20 ára gamla portugisan Manuel Da Costa, sum skiftir til Chelsea í summar. Ungi verjuleikarin kemur frá hollendska stórfelagnum, PSV Eindhoven, har hann í ár er vorðin fastur maður á liðnum. Í siðstu viku var hann á liðnum, sum vann 1-0 á Arsenal í Champions League.