Manchester United hava í dag váttað, at teir hava keypt 28 ára gamla serban Nemanja Matic frá Chelsea fyri 332 milliónir krónur.
José Mourinho sigur við enskar miðlar, at hann Nemanja Matic er ein frálíkúr liðspælari, sum hevur alt, sum einum nútímans fótbóltsspælara tørvar – trúfesti, treystleika og framsøkni.
Sjálvur sigur serbin, at møguleikin aftur at arbeiða saman við José Mourinho var ov góður at lata fara. Hetta er aðru ferð, at José Mourinho keypir Nemanja Matic. Hann keypti hann eisini í 2014, tá hann var venjari í Chelsea.
Nemanja Matic byrjaði sína yrkisleið í Kolubara í Serbia. Í 2007 flutti hann til Kosice í Slovakia og spældi har, til Chelsea keypti hann í 2009. Í 2011 bleiv hann seldur til Benfica í avtaluni, sum førdi David Luiz úr Benfica til Chelsea. Síðani, í 2014, ynskir Mourinho sær fyrrverandi Chelsealeikaran aftur. Nakar málrevur er serbin ikki. Í sínum 121 dystum fyri Chelsea síðani 2014 hevur hann skorað fýra mál.
Hetta er triðja keypið hjá Manchester United í summar. Teir hava eisini keypt belgiska áleyparan Romelu Lukaku úr Everton og svenska verjuspælaran Viktor Lindelöf úr Benfica.