Mourinho høggur eftir Wenger

Sambært José Mourinho, so hevur Arsène Wenger serrættindi í mun til aðrar venjarar í Premier League

Fyri vanliga Premier League-fjepparan er tað ongin loyna, at Arsène Wenger og José Mourinho mestsum ikki orka gronina í hvørjum øðrum. Hetta er enn einaferð komið so sera væl til sjóndar fyrr í dag, tá ið Mourinho til tíðindafund segði nøkur orð um ein ávísan venjarafelaga í Premier League.

 

Fyrst varð Mourinho spurdur um, hvat hann helt um, at Diego Costa hevur fingið leikbann í tríggjar dystir, meðan Gabriel hjá Arsenal hevur fingið sítt leikbann strikað eftir umstríddu hendingina á Stamford Bridge fyri næstan einari viku síðani.

 

- Eg havi onki svar til handan spurningin. Tí um eg svari, so fái eg leikbann, og eg vil helst sleppa at sita á bonkinum og stýra mínum liði. Reglarnir í Premier League eru soleiðis, at summir venjarar kunnu siga, hvat teir vilja um dómarar bæði undan og aftaná dystum, meðan summir ikki kunnu. Og eg eri ein av teimum venjarunum, sum verða revsaðir, um teir viðmerkja dómaraavgerðir, segði José Mourinho fyrr í dag sambært goal.com.

 

Í morgin spælir Chelsea ímóti Newcastle, sum hevur fingið eina treka byrjan upp á nýggja kappingarárið. Tá ið Mourinho varð spurdur, um nýggi venjarin hjá Newcastle, Steve McClaren, er undir trýsti, svaraði umstríddi portugisin soleiðis aftur:

 

- Í Premier League er tað bara ein venjari, sum ikki er undir trýsti. Eg eri undir trýsti, Brendan Rodgers er undir trýsti, Manuel Pellegrini er undir trýsti. Vit hava ikki ráð at tapa dystir, og vit skulu røkka okkara málum, og tí havi eg samkenslu við hinum venjarunum og mær sjálvum, tí starvið er stríggið. At tað so er ein, sum ikki er undir trýsti, er bara gott hjá honum.

 

Tá ið Mourinho síðani varð spurdur, hvør hesin ávísi venjarin var, gjørdist tað rættiliga greitt, at hann meinti við sín vanliga slagsbróður, Arsène Wenger. Hann nevndi hann tó ikki við navni.

 

- Hann tosar um dómarar áðrenn dystin, hann tosar um dómarar aftaná dystin, hann skumpar fólk í tekniska økinum, hann grætur um morgunin, hann grætur um seinnapartin, men onki hendir. Hann fær ikki síni mál frá hondini, men hann varðveitir sítt starv, so hann kann framhaldandi vera kongur. Tað er eitt serrættindi hjá honum, segði José Mourinho at enda.

 

Serliga er tað útsøgnin um, at viðkomandi venjari kann skumpa fólk í tekniska økinum, ið ger tað rættiliga týðiligt, at Mourinho sipar til Arséne Wenger. Í oktober í fjør í dysti ímillum Chelsea og Arsenal gjørdist Arsène Wenger nevniliga so firtin um eina harða takkling frá Chelsea-leikara, at hann legði eftir José Mourinho og skumpaði hann.

 

Hendan útsøgnin  er bert enn ein kapittul til langu søguna um nógvu stríðini og ósemjurnar, ið hava stungið seg upp ímillum Mourinho og Wenger ígjøgnum árini. Síðsti kapittul er neyvan skrivaður.