Mourinho hevur góð hagtøl

Í kvøld kl. 19.45 spæla Manchester United og Inter seinnu 1/8 finaluna í Champions League á Old Trafford í Manchester. Fyrri dysturin endaði 0-0, og kann Inter tí spæla seg víðari við einum 1-1 javnleiki. Rio Ferdinand og John O´Shea hava verið ivasamir, men báðir eru nú tøkir til dystin í kvøld.

 

Inter Milan leggur stóran dent á at vinna Champions League, og er tað høvuðsorsøkin til, at teir hava sett José Mourinho í venjarastarvið. Fer Inter úr kappingini í kvøld, so hevur kappingarárið verið eitt vónbrot, hóast Inter skuldi vunnið Seriu A.

 

Mourinho fekk sítt veruliga gjøgnumbrot á altjóða fótbóltspallinum, tann 9. mars í 2004, og var tað júst á Old Trafford. Tá rann hann sigursælur runt, aftaná at hava sligið Manchester United út úr Champions League, sum venjari hjá FC Porto. Tveir mánaðir seinni vann Mourinho Champions League við Porto.

 

?The Special One? hevur kortini sítt at dragast við í kvøld. Cristian Chivu, Marco Materazzi og Nicolas Burdisso eru allir úti við skaða. Tað var tí ein stórur lætti fyri Mourinho, at Walter Samuel aftur er tøkur.

 

Nógv fokus er á dystin millum Manchester United og Inter í kvøld. Sir Alex ímóti The Special One er ein dystur í dystinum. Og José Mourinho hevur bara tapt ein av 13 dystum ímóti Alex Ferguson, sum Porto, Chelsea og Inter venjari. Alex Ferguson sigur kortini við bretskar fjølmiðlar, at hetta plágar hann ikki stórvegis.