Mourinho heldur fram í Chelsea

José Mourinho hevur seinastu tíðina sitið heldur ótryggur í venjarastarvinum hjá ensku meistarunum úr Chelsea. Men í dag vísur nevndarformaðurin í felagnum hesum leysasøgum aftur.

 

- José hevur sáttmála við okkum til 2010, og vit hava ongar ætlanir um at reka hann úr starvinum, sigur nevndarformaðurin, Peter Kenyon.

 

Mourinho kom til Chelsea frá FC Porto í 2004, har hann sama ár hevði vunnið Champions League við portugisiska heimlandsfelagnum.