Mourinho heiðrar Steven Gerrard

José Mourinho royndi ofta at fáa Steven Gerrard í sín spælarahóp

Høvuðsvenjarin hjá Chelsea FC, José Mourinho hevur sera stóra virðing fyri Steven Gerrard, sum nú riggar av, sum Liverpool-spælari.

 

José Mourinho hevur á fleiri sinnum roynt at yvirtala Steven Gerrard at gerast partur av hópinum hjá sær. - Eg royndi at fáa hann í hópin, bæði tá eg varð venjari hjá Chelsea, Real Madrid og í Inter Milan. Men hann vildi bara verða við fíggindanum, greiddi Mourinho frá við einum smíli á tíðindafundi ígjár.

 

Sunnudagin hittast José Mourinho og Steven Gerrard á seinasta sinni í Premier League. Komandi kappingarár fer Steven Gerrard til Kalifornia í USA at tørna út fyri L. A.  Galaxy í Major Soccer League.

 

- Tíðin er búgvin at heiðra einum meistara. Tíðin er búgvin at heiðra Steven Gerrard, og undirstrika, at tað eru mótstøðumenn, sum hann, sum hava gjørt meg til tann venjara eg eri í dag. Eg læri av mínum egnu spælarum, og eg læri av mínum bestu mótstøðumonnum, greiddi Mourinho frá. 

 

- Steven Gerrard er ein av mínum yndis-mótstøðumonnum, og hann er ein av mínum kærastu fíggindum. Eg tapti ímóti honum, eg vann ímóti honum, og vit spældu javnleikir. Eg harmist um, at hetta verður seinasta ferðin vit hittast á leikvallum. Mær tørvar persónar, sum Steven Gerrard, sum gera meg til ein betri venjara, undirstrikaði Mourinho. 

 

Dysturin sunnudagin klokkan 16 hevur stóran týdning fyri Liverpool, sum roynir at vinna fjórða plássið, sum gevur rætt til Champions League fótbólt komandi kappingarár. Um Manchester United tapir ímóti Crystal Palace, so kann Liverpool við sigri hála seg inn á arvafíggindan, og verða bert eitt stig aftanfyri United.