Mourinho gevur upp

José Mourinho hevur uppgivið at fanga Barcelona aftur í sponsku landskappigni. Sunnudagin økti Katalanska oddaliðið um frástøðuna niður til Real Madrid, so tað nú eru 13 stig á muni.

 

Real Madrid hevði á heimvølli vitjan av Espanyol, sum við einum málið seint í dystinum megnaði at fáa eitt stig við úr høvðusstaðnum.

 

Tveir tímar seinni hevði Barcelona vunnið 4-1 á Atletico Madrid, sum liggur á øðrum plássi. Tað var annars ilt at fáa eyga á, at talan var um ein oddauppgerð, tí fyri uttan eina løtu tá Radamel Falcao legði gestirnar úr Madrid á odda, so var Barcelona greitt omaná á.

 

José Mourinho, venjari hjá Real Madrid, hevur nú endaliga uppgivið at endurvinna La Liga.

 

- Trettan er stig er ov nógv hjá okkum til at innheinta. Eg havi aldrin verið í eini støðu har eg havi mist so nógv stig, sigur José Mourinho sambært Daily Mail.

 

Lionel Messi skoraði tvey málunum hjá Barcelona. Hann hevur nú skotið 90 mál í 2012.