Jose Mourinho sum var sagdur úr starvi sum venjari í Tottenham herfyri, hevur nú fingið nýtt starv. Hann fer nevnuliga til Italia, har hann skal vera venjari hjá Roma, har hann skal avloysa Paulo Fonseca. Felagið hevur boðað frá, at tey hava gjørt ein trý ára sáttmála við Mourinho.
Hetta er aðru ferð, at Mourinho er venjari í Italia, tí hann hevur áður verið venjari hjá Inter, har hann vann tvey meistaraheitið á rað og tað eina árið vunni tey eisini Championa Leage.
Leiðslan í Roma hevur boðað frá, at tá ið tey frættu, at Mourinho var tøkur, gjørdu tey alt fyri eitt av at seta seg í samband við hann, og nú er so sáttmálið skrivaður undir.