Aganevndin hjá enska fótbóltssambandinum, FA hevur tikið avgerð um hvørja revsing høvuðsvenjarin hjá Manchester United, José Mourinho skal hava fyri at hava sagt ymiskt niðrandi og særandi við dómaran, Mark Clattenburg, sum dømdi dystin millum Manchester United og Burnley á Old Trafford leikvøllinum í Manchester farna vikuskiftið. Ein dystur, sum endaði við javnleiki 0-0.
José Mourinho verður eisini revsaður fyri at hava sagt, at dómarin, Anthony Taylor ikki var egnaður til at døma dystin millum Liverpool og Manchester United. Og nú er aganevndin hjá FA so komin við einum úrskurði.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester United fær 50.000 bretsk pund í bót, og hartil eina ávaring fyri sínar útsagnir um Anthony Taylor. Haraftrat fær José Mourinho 8.000 bretsk pund í bót fyri sín vánaliga atburð í dystinum ímóti Burnley. José Mourinho fær sostatt eina samlaða bót uppá 58.000 bretsk pund, sum er umleið 485.00 krónur í okkara peningi.
Hartil fær José Mourinho revsingina, at hann sleppur ikki at standa við síðulinjuna til dystin millum Swansea og Manchester United, men eitt dystarbann uppá bara ein dyst er ikki illa sloppið.