Jose Mourinho var undir ákæru fyri at við vilja at hava rátt Sergio Ramos og Xabi Alonso til at fáa eina útvísing í dystinum móti Ajax, tá Real Madrid førdi 4-0.
Útvísingarnar merktu, at báðir vildu vera leikbannaðir til seinasta dystin í bólkiaspælinum móti Auxerre, sum ongantýdning hevur fyri Real Madrid, tí teir longu hava vunnið bólkin.
Upprunaliga fekk Mourinho tveir dagar leikbann og 40.000 evrur í bót fyri ósportligan atburð, men eftir at felagið kærdi dómin hevur UEFA sett bótina til 30.000 evrur og ein leikdag bann.
Hinvegin fáa Ramos og Alonso framvegis 20.000 evrur í bót og ein dags leikbann.