Mourinho fær ein verjuleikara

Stórur ófriður hevur seinastu tíðina valdu í enska meistaraliðnum Chelsea, og m.a. hevur ljóðað, at Mourinho ikki verður at finna í Chelsea aftur komandi kappingarár. Nú ræður tó friður aftur á Chelsea-borgini – í øllum førum í eina tíð. Mourinho hevur nevniliga fingið at vita, at hann kann fara at keypa sær ein miðverja. Ovast á listanum stendur Micah Richards hjá Manchester City, men ivasamt er, um Abramovich vil gjalda upphæddina, sum City krevur fyri leikaran .Tal Ben Haim sigst eisini vera á veg til Chelsea, men nú er spurningurin, um Mourinho letur sær lynda við tað næstbesta.