Mourinho ella van Gaal

Enska fótbóltsambandið leitar gjølla eftir einum avloysara til júst fráfarna landsliðsvenjaran, Steve McLaren, og tað tykist at fæðkast við møguligum avbjóðarum til hetta umstrídda venjarasætið

Ein av teimum, ið aloftast hevur verið hildin á lofti, sum besta boð, er bersøgni portugisin Jose Mourinho, ið varð heimskendur í síni tíð í Chelsea, har hann eisini vann teimum tvey Premier League meistaraheiti á rað, í ávíkavist 2004/2005 og 2005/2006.

Hin avbjóðarin er hálendingurin Luis van Gaal, ið er ein væl eldri harri, ið hevur alskyns heiðrar at vísa á. Hann kenna vit kanska best frá hansara tíð í Barcelona venjarasætinum. Sami van Gaal hevur kanska tann fyrimunin, at hann hevur roynt at verið landsliðsvenjari. Hetta er nakað, ið Mourinho enn ikki kann reypa sær av.