Mourinho: Eg vil verða landsliðsvenjari

Jose Mourinho hevur ikki verið venjari í eitt hálvt ár

Kendi fyrrverandi Champions League vinnarin, Jose Mourinho, hevur enn ikki funnið sær nýtt venjarastarv. 

Nógv umtalaði portogisarin hevur seinastu tíðina starvast sum fróðarmaður fyri amerikansku ítróttarrásina Beingsports, har hann millum annað hevur starvast saman við fyrrverandi kappingarneytanum og til tíðir fíggindanum, Arsene Wenger.

Enn er óvist hvør næsta avbjóðingin hjá Mourinho verður, men í gjár hevði hann eina rættliga upplýsandi samrøðu við portogisiska blaðið eleven sports.

– Eg havi hug til at kappast í nýggjum kappingum, her hugsi eg serliga um kappingar sum EM, ella HM. Eg havi longst eftir slíkum ævintýrum í longri tíð, í løtuni haldi eg meg sjálvan vera meir ein landsliðsvenjari enn ein, ið fer at venja eitt nýtt felag.

Segði tvífaldi Champions League vinnarin um framtíð sína í gjár.

Mourinho var síðani spurdir, um Portugisiska landsliðið ikki var upplagdi møguleikin

– Er Portugal tað rætta fyri meg? Tað eri eg ikki vísir í.

Sigur Mourinho, sum fyri seks mánaðum síðani var koyrdur av enska stórfelagnum Manchester United.