Mourinho: Eg haldi við Arsenal

Chelsea venjarin José Mourinho sigur, at hann heldur við Arsenal ímóti Tottenham mánakvøldið. Hóast ein sigur til Tottenham ger Chelsea til enskar meistarar.
Mourinho gerst alsamt løgnari, og nú ber av. Við www.chelseafc.com sigur venjarin. At hann vil vinna hvørja ferð, og veit at vinna Arsenal ikki mánakvøldið, verða Chelsea spælararnir ikki nóg uppsettir ímóti Bolton næsta vikuskiftið, og vinna tí kanska ikki. Tí vil hann, at Arsenal skulu kappast við um meistaraheitið longst møguligt.