Tveir dystir hava í kvøld verið í Champions League kappingini.
Í Onglandi tók Chelsea á heimavølli móti Paris Saint Germain. Undan dystinum var Chelsea favorittur, tí at fyrri dysturin í París endaði við 1-1 javnleiki, umframt at Chelsea vanliga er eitt sterkt heimalið.
Men Chelsea skuffaði so dyggiliga í kvøld. Hóast stóra stjørnan á liðnum hjá Paris Saint Germain fekk reytt kort eftir hálvan tíma, og hóast at Chelsea spældi við einum í yvirtali í nærum níti minuttir, so sást tað ikki aftur á spælinum.
Chelsea hevði tað torført við at koma fram til møguleikar, meðan spælið hjá Paris Saint Germain sá út til at hanga betur saman.
Hóast tað, so legði Chelsea seg allíkavæl á odda, tá 81 minuttir vóru leiktir, eftir at Gary Cahill skoraði aftaná hornaspark. Tey flestu væntaðu eisini, at hetta fór at vera avgerðin av dystinum, tí trupult var at síggja PSG koma aftur í dystin, við einum manni í undirtali.
Men tað eydnaðist, tá 86 minuttir vóru leiktir. Fyrrverandi Chelsea leikarin, David Luiz, drønaði eitt hornaspark í netið til 1-1, sum eisini var úrslitið av vanligu leiktíðini.
Síðani var farið til longda leiktíð, har Chelsea enn einaferð kom á odda, eftir at Eden Hazard skoraði brotsspark.
Men enn einaferð svaraði Paris Saint Germain aftur, eftir at liðskiparin Thiago Silva javnaði til 2-2, tá 114 minuttir vóru leiktir.
2-2 hevði við sær, at Paris Saint Germain var eitt útivallarmál betur enn Chelsea, og er PSG harvið klárt til fjórðingsfinaluna í Champions League endaspælinum.
Í hinum dystinum vann Bayern Munchen ein knúsandi 7-0 sigur móti ukreinska Shaktar Donetsk.
Bayern Munchen hevði óvanliga lætt spæl, og brekkan hjá Shaktar Donetsk gjørdist óvanliga trupul longu eftir trimum minuttum, tá ein leikari hjá teimum var útvístur.
Sostatt eru fýra lið higartil klár til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Tey eru Real Madrid, Porto, Paris Saint Germain og Bayern Munchen.
Úrslitini í kvøld:
Chelsea – Paris Saint Germain 2-2 eftir longda leiktíð
Bayern Munchen – Shaktar Donetsk 7-0