Mourinho: De Gea verður her

José Mourinho er ikki í iva, David De Gea ætlar sær ongan veg

Um vikuskiftið skrivaðu bretsk bløð, at David De Gea er á veg til Paris Saint-Germain. Málverjin hjá Manchester United verður mettur millum teir best í heiminum, men hevur ikki longt sáttmálan, sum gongur út komandi summar. Eftir 1-0 sigurin á Young Boys í Champions League í gjár, avsannaði José Mourinho søgurnar.

 

Les eisini: David De Gea til PSG

 

- Eg veit, at hann vil verða verandi. Eg veit eisini, at umboðsmaðurin hjá honum gjarna vil gera, sum David De Gea vil. Leiðslan í felagnum vil eisini at hann verður verandi og tað arbeiða tey uppá. So vónandi kemur ein avkláring skjótt, sigur José Mourinho.

 

David De Gea kom til Manchester United í 2011, og hevur síðani verið ein brandur í málinum hjá enska stórfelagnum. Søgurnar siga, at ætlanin hjá PSG var at lata 40 ára gamla Gianluigi Buffon standa í málinum hetta kappingarárið, og so gera sáttmála við David De Gea, sum verður sáttmálaleysur í summar.