47-ára gamli Jose Mourinho hevur í ár ført Inter Milan til Champions League finaluna fyri fyrstu ferð í longru tíð. Tað er sjálvdan friðarligt tá Jose Mourinho er í nánd. Undan Champions League finaluni hevur hann aftur úttalað seg.
- Champions League finalan er størri enn HM finalan, tí liðini eru á einum hægri støði enn landsliðini, sum ikki kunnu keypa bestu leikarnar í heiminum, sigur Jose Mourinho, sum seinast vann Champions League í 2004 við Porto.
Jose Mourinho hevur á veg til finaluna koppað tveimum av sínum fyrrverandi starvsfeløgum, Chelsea og Barcelona. Serliga í seinnu hálvfinaluni ímóti Barcelona fekk Mourinho ákoyringar fyri at spæla ov verjukent.
- Vit parkeraðu ikki bussin frammanfyri málinum, men flogfarið! Tað eru tvær orsøkir til at vit spældu sum vit gjørdu. Fyrst tí vit vóru bara tíggju mans á vøllinum meginpartin av tíðini og tí vit vunnu 3-1 á Barcelona á San Siro ? ikki við at parkera bussin, ikki við at parkera flogfarið, men við at hølva Barcelona á San Siro, sigur ein bersøgin Jose Mourinho um kritikkin av spælistílinum.
Inter Milan vann fyrru hálvfinaluna ímóti Barcelona 3-1 og tapti seinnu 1-0. Tað gav ein samanlagdan sigur uppá 3-2 til Mourinho og hansara menn.
Champions League finalan verður komandi leygardag á Santiago Bernabeu í Madrid.