Venjarin hjá Inter gongur á odda í einum boykotti ímóti italskum fjølmiðlum. Jose Mourinho fær eisini stuðul frá forsetanum í felagnum og spælarunum, sum heldur ikki vilja tosa við miðlarnar komandi tíðina. Eftir dystin um vikuskiftið, har Inter fekk javnleik við 9 monnum, vildu Inter-fólkini ikki gera viðmerkingar. Ikki er greitt, hvussu leingi boykottið skal varða.