Tað nærkast til flytingarvindeygað í Premier League letur upp, og talið av søgum um spælaraflytingar og starvssetingar av venjarum økist í hvørjum.
Nú skrivar enska blaðið "The Independent", at José Mourinho, sum gongur arbeiðsleysur, aftaná uppsøgnina í Chelsea hevur ikki tikið við einum starvi, sum høvuðsvenjari hjá italska felagnum AS Roma.
Sambært enska blaðnum situr José Mourinho og bíðar eftir, at leiðslan í Manchester United fær nokk av vánaligu úrslitunum hjá Louis van Gaal, sum ikki fær dýra hópin hjá sær at fungera. Fær van Gaal sparkið er José Mourinho klárur at taka yvir høvuðsvenjarastarvið í Manchester United, sambært The Independent.