Mourinho aftur í øðini

José Mourinho var aftur í gjár í øðini um dømingina í málleysa Champions League dystinum móti Dynamo Kiev

José Mourinho, venjari hjá Chelsea, hevur júst fingið bann og bót frá enska fótbóltssambandinum, fyri viðmerkingarnar, sum hann gjørdi eftir ósigurin fyri Southampton í Premier League. Nú er hann aftur í trupulleikum.

 

Hesa ferð er tað eftir málleysa javnleikin móti Dynamo Kiev í Champions League bólkaspælinum.

 

- Dómarin er veikur og bláoygdur. Hatta var eitt greitt brotsspark, sigur José Mourinho um hendingina í fyrra hálvleiki, tá Cesc Fabregas fór umkoll.

 

Orðini “veikur” og “bláoygdur” eru serliga útvald, tí hetta vóru orðini, sum Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, brúkti um dómaran í dystinum millum Arsenal og Chelsea – uttan at fáa bann ella bót.

 

Munurin er tó, at í Premier League er tað enska fótbóltssambandið, FA , sum er mynduleikin. Í Champions League er tað UEFA, og tað er ikki altíð at samsvar er millum revsingarnar hjá FA og UEFA.

 

Nú er so spurningurin um José Mourinho fær enn eina revsing.