Høgtmetta parið var grundleggjandi fyri Chelsea seinasta kappingarár, tá felagið vann U21 Premier League.
Nú sigur Jose Mourinho, at verjuleikararnir, Andreas Christensen, 18, og Nathan Ake, 19, sum báðir hava verið ætlaðir til útláns, hava nakað at siga í fyrsta liðnum hjá Chelsea í ár.
Danski U21 leikarin, Andreas Christensen, hevur leikt við í trimum av venjingardystunum hjá Chelsea, meðan hollendski Ake hevur spælt í øllum fimm.
- Vit eru ógvuliga væl nøgdir við hópin. Vit kenna, at rætti hópurin er júst tann, vit hava, við Didier Drogba og John Terry, men eisini við leikarum sum Andreas Christensen og Nathan Ake. Vit hava hópin, vit ynskja, og eg endurtaki, at felagið var óført í mátanum teir arbeiddu so hart og skjótt at fáa Diego Costa, Filipe Luis og Cesc Fabregas, sigur Jose Mourinho við Daily Express.










