Mourinho: 5-4 er ikki eitt fótbóltsúrslit

FA Cup: Soleiðis segði José Mourinho fyri 16 árum síðani – nú tapti hann 5-4

Fýra dystir vóru í 5. umfari í FA Cup í gjár. Manchester City, Leicester City og Sheffield United vunnu øll sigrar á liðnum, sum eru styrkismett undir teimum. Fyri Manchester City er hetta 15. sigurin upp í slag í øllum kappingum.

Málríkasti dysturin var á Goodison Park í Liverpool, har Everton tók móti José Mourinho og Tottenham. Everton vann 5-4 eftir longda leiktíð. Tað stóð á jøvnum 4-4 eftir vanleika leiktíð. Mest umstríddi spælarin var íslendski Gylfi Sigurdsson.

Hann legði upp til tvey mál, skoraði eitt sjálvur upp á brotsspark, men kom eisini í andglettin, tá hann vísti manglandi eginleikar at dekka í samband við hornaspark, har Tottenham skoraði. Eftir dystin hevur eitt sitat frá José Mourinho vunnið fram aftur.

Fyri 16 árum síðani, tá hann var venjari hjá Chelsea, kom hann við eini roynd at prika kappingarneytan úr Arsenal, Arsene Wenger, eftir at Arsenal vann 5-4 á júst Tottenham.

- Hetta er ikki eitt fótbóltsúrslit, men eitt íshokkyúrslit. Til venjing spæla vit mangan dystir tríggir móti trimum, og tá úrslitið blívur 5-4, so sendi eg spælararnar í brúsu, tí tá verja teir ikki ordiligt, segði José Mourinho í novembur 2004.

##med2##

Í gjár var José Mourinho so djarvur við sínum útsøgn, men staðfesti bara at álopsfótbóltur við verjuvillum riggar ikki. Everton er saman við Manchester United, AFC Bournemouth, Manchester City, Leicester City og Sheffield United víðari til fjórðingsfinalurnar í FA Cup.

Í kvøld eru tveir teir seinastu dystirnir í 5. umfari. Wolverhampton fær vitjan av Southampton, og Barnsley fær vitjan av Chelsea.