Umboðsmaðurin hjá Lucas Moura, Wagner Ribeiro, sigur, at ætlaði handilin millum Sao Paulo og Manchester United varð av ongum, tí United vildi ikki hækka boðið fyri brasilianska tanáringin.
United hevði givið Sao Paulo eitt boð, sum verður mett at vera um 26 milliónir pund fyri miðvallarleikaran, sum í løtuni er í London við brasilianska OL-liðnum.
Tað skrivar Sky Sports.
Men eftir sum Sao Paulo krevur umleið 30 milliónir pund fyri leikaran sær út til, at prísrin er ov høgur.
Ribeiro, sum er ein av fremstu umboðsmonunum í Suðuramerika, væntar ikki, at Lucas Moura nú fer nakran veg í summar, eftir at boðið frá Manchester United varð avvíst.
- Lucas Moura fer ongan veg. Hann trívist væl í Sao Paulo. Vit mugu bara gloyma alt um eina flyting í hesum vindeyganum. Tað er eingin møguleiki fyri, at hann fer nú, sigur Ribeiro sambært Sky Sports.