Eg havi brúk fyri at taka mær av løttum í eina tíð. Nú fari eg heldur at standa uttan fyri vøllin sum áskoðari, sigur Mouldi Manai.
Mouldi Manai ásannar, at hesi 16 árini hava verið ein góð tíð í hansara lívi, men hann heldur tó, at tíðin nú avgjørt er komin til at taka ein steðg frá býar- og náttarlívinum:
- Matstovu- og barrvirksemi í øllum landinum er alt í einum ruðuleika í løtuni. Øll bjóða hvørjum øðrum av og vørurnar gerast alsamt dýrari. Í roynd og veru er alt uppreklamerað, og veruleikin er langt burtur, sigur hann.
Enn veit Mouldi Manai ikki, hvat hann í næstum fer at takast við, men hann ætlar sær í øllum førum at vera áskoðari innan hesa vinnuna:
- Uppgávan hjá mær er fullgjørd, og eg havi gjørt tað væl. Í staðin fyri at gera feilir, ynski eg heldur at læra av ruðuleikanum, sum í løtuni valdar innan hesa vinnuna.
Mouldi Manai váttar, at hann hevur fingið ein góðan prís fyri Cippo og Manhattan, og at nýggju eigararnir eru Rúni Djurhuus og Háldan Haldansen. Nýggju eigararnir hava onga viðmerking til søluna.