Skuldsetingin ímóti Jonathan Motzfeldt fyri kynsligan ágang skal kannast nærri. Tað hevur ríkisadvokaturin gjørt av -Eftir míni uppfatan er neyðugt við fleiri kanningum, so ákæruvaldið kann fáa eitt haldgott grundarlag til at taka støðu eftir, sigur Jørgen Steen Sørensen, ríkisadvokatur. Hann hevur tí biðið løgregluna í Nuuk kanna málið av nýggjum.
Jonathan Motzfeldt noyddist herfyri at siga seg úr starvinum sum formaður í grønlendska Landstinginum, tá tað kom fram, at ein kvinna í umsitingini hjá tinginum hevði meldað hann fyri kynsligan ágang.
Jonathan Motzfeldt noktar seg sekan.