Motzfeldt heldur fram sum prestur

-So leingi Jonathan Motzfeldt ikki er dømdur, kunnu vit ikki gera nakað, sigur Sofie Petersen, biskupur Í gjár legði Jonathan Motzfeldt frá sær sum formaður í grønlendska Landstinginum, tí ein kvinna í umsitingini hjá tinginum hevur meldað hann fyri kynsligan ágang ímóti sær.

Umframt at vera politikari er Jonathan Motzfeldt prestur. Hann er ikki í føstum starvi, men plagar at loysa aðrar prestar av.

Sofie Petersen, biskupur, sigur við blaðið Sermitsiaq, at biskupsskrivstovan hevur ikki viðgjørt málið um Motzfeldt.

-Men so leingi hann ikki er dømdur, fáa vit einki gjørt. Hann er ikki í starvi sum prestur, og enn er hann ikki dømdur fyri nakað, sigur Sofie Petersen.

Jonathan Motzfeldt tók guðfrøðiligt embætispógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1966. Hann var prestur frá 1966 til 1979, men hevur síðani verið politikari burturav.