John Johannessen
Heilt óvæntað var Jonathan Motzfeldt at síggja í ganginum í statsministeriinum í Keypmannahavn, har fyrsti fundurin í ríkisrættarligu samráðingunum millum Føroyar og Danmark í løtuni fara fram.
Jonathan Motzfeldt sigur seg vera koman her av tilvild. Hann er á veg til Londons, har hann skal samráðast við bretar um eina avtalu um sølu av fiski.
Men Jonathan Motzfeldt sigur seg hava stóran áhuga fyri teirri ætlan, Føroya landsstýri í løtuni arbeiðir við. Tó ætlar Grønland sær ikki at velja somu leið, sum Føroyar.
Hóast Grønland hevur sett eina sokallaða sjálvstýrisnevnd, merkir hetta ikki, at Grønland hevur ætlanir um at gerast fullveldi, eins og Føroyar ynskja.
? Vit ynskja eina avtalu um víðkjað sjáltýri, og serliga hugsa vit um at fáa størri ræði innan uttanríkismál. Tað hevur nevniliga týdning, at vit kunnu gera sjálvstøðugar sáttmálar innan fiskivinnu og annað við grannatljóðirnar, sigur Jonathan Motzfeldt og leggur dent á, at hetta ikki merkir grønlendskt fullveldi.