Motzfeldt: Danska stjórnin er erlig

Grønlandski landsstýrisformaðurin, Jonatan Motzfeldt, er ósamdur við starvsbróður sín, Anfinn Kallsberg, um, at danska stjórnin fer skeivt fram í samráðingunum við landsstýrið

Forsætismálaráðið, kl. 18:40:

? Eg haldi tað var gott, at danska stjórnin tosar erligt í samráðingunum.

Hetta sigur grønlendski landsstýrisformaðurin eftir at danska stjórnin hevur sagt frá, at ein skiftistíð upp á trý til fýra ár er nøktandi fyri Føroyar.

Hann vísur á, at talan er um ógvuliga umráðandi samráðingar, og tí hevur tað týdning at danska stjórnin, eins og landsstýrið, kemur við einum útspæli til samráðingarnar.

? Eg havi alla virðing fyri føroyska fólkinum og Føroya landsstýri, men eg skilji væl tað, danska stjórnin ger. Tað hevði verið órímuligt, um bert landsstýrið skuldi lagt fram upplegg til samráðingarnar.

Hetta merkir bert, at tosað verður opið og erligt í samráðingunum, heldur Jonatan Motzfeldt.