Team Rynkeby Føroyar er nú komið til Auberge í belgisku alpunum. Túrurin í dag var á 170 kilometrar og hevði fleiri avbjóðingar við sær.
Størsta avbjóðingin var tiltikna brekkan Huy, ið so seint sum mánadagin hýsti málstrikuni í Tour de France. Brekkan er óvanliga brøtt og hørð at súkkla á. Allir føroysku súkklararnar komu á niðan brekkuna, tó onkur mátti steðga á og fáa luft.
Dagurin byrjaði annars við nógvum mótvindi, sum setti miðalferðina niður. Talan var eisini um fyrsta dagin við nógv brekkum. Samanlagt bleiv súkklað yvir 2.200 hæddarmetrar og føroyski hópurin fekk seg veruliga royndan.
Seinnapartin fór at regna illa og tað vakti minnir frá túrinum í fjør. Hóast tað bara regnaði eina løtu, so setti veðrið og kuldin ta løtuna síni spor. Gjørt var av, at hava ein styttri steðg undir taki, har súkklararnir kundu skifta klæði til seinasta strekkið til Auberge.
Onkir av súkklarunum, sum eisini vóru við illveðurstúrin í fjør, høvdu hug at viðmerkja, at soleiðis bleiv súkklað í áleið 1.000 kilometrar í fjør. Hetta var tí lítið av miklum.
Hópurin kom á gistingarhúsið um 18 tíðina. Í morgin verður súkklað til Frakland, har hópurin gistir einar 100 kilometrar frá málinum í París. Teinurin í morgin er á næstan 200 kilometrar við nógvum hæddarmetrum.