Andras Robertsson Marr hevur nú tikið við sum stjóri á Akstovuni.
Fyrstu 36 árini var Atli Jensen stjóri. Í 1997 tók Jákup Jacobsen við sum stjóri, og
hann hevur sitið í 25 ár í starvinum, til nú Andras Robertsson Marr tók við sum nýggjur stjóri á Akstovuni. Jákup Jacobsen hevur sagt seg úr starvi.
Andras hevur drúgvar leiðsluroyndir frá politinum, bæði sum vaktleiðari og linjusjefur. Hann hevur eisini verið sýslumaður.
Seinastu árini hevur hann verið tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum.
Andras Robertson Marr er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving.
Akstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur stovnurin eftirlitsdeildir í Klaksvík, Saltangará og Suðuroy. Harafturat er sýnsstað á Sandi og í Sørvági. Á Akstovuni starvast 23 fólk, 21 eru starvssett á høvuðsdeildini í Tórshavn, umframt tveir eftirlitsmenn í Eysturoynni og ein partvíst í Suðuroynni.
Í 1987 flutti Bileftirlitið í nýggj høli, sum vóru bygd til endamálið, á Hoyvíksvegi 57 í Havn.
Umframt at stíla fyri koyriroyndum, fremja akfaratøkniligar kanningar og vera øðrum mynduleikum til hjálpar í ferðslumálum, varð virkisøkið munandi víðkað, tá Akstovan í 1996 yvirtók umsitingina av akfaraskránni og koyrikortskránni frá Føroya Landfúta. Í 2000 yvirtók stovnurin vegskattaumsitingina frá Føroya Gjaldstovu, og í 2004 varð umsitingin av skrásetingargjøldum yvirtikin frá Toll og Skattstovu Føroya.
Í 2005 varð navnið broytt til Akstovan, sum úrslit av menning av organisatiónini, samstundis sum vit eisini fingu nýtt búmerkið.
Í morgin verður móttøka á stovninum í sambandi við stjóraskiftið.
Jákup Jacobsen takkar fyri seg sum stjóri á Akstovuni eftir 25 ár í starvi.
Tíðindastubbin niðanfyri stóð í Sosialinum 27. juni í 1997:
##med2##
Í sambandi við stjóraskifti verður verður móttøka á Akstovuni í morgin fríggjadagin 2. september 2022 kl. 14.00, har øll eru vælkomin, skrivar Akstovan.