Regattaflotin, sum fer úr Hvalba fríggjadagin eftir at hava ligið nátt í Hvalba, kemur til Hvalvíkar fríggjakvøldið klokkan 18.30.
Tað fyrsta, sum fer at henda eftir komuna í Hvalvík, er, at borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, fer at bjóða vælkomin, og harmonikutónleikur verður á bryggjuni.
Í tímunum millum klokkan 19 og 21 hevur almenningurin høvi at vitja umborð á skip og motorbátar, og tá verður eisini skipað fyri spurnarkapping fyri børnum.
Ongum nýtist at ganga svangur í Hvalvík, meðan regattaflotin liggur, tí longu klokkan 18 fæst matur og drykkjuvørur til keyps á bryggjuni, og sølan verður opin til á midnátt fríggjakvøldið.
Kokkan 21 verður syngið við-tiltak í tjaldinum á bryggjuni, og klokkan 22 verður føroyskur dansur við Eysturoyar Dansifelag.
Sambært almennu skránni fyri regatta-tiltakið í Hvalvík fer bólkurin Bridge at spæla til dans í tjaldinum frá klokkan 23, og her verður ivaleyst dansað til langt út á náttina.
Klokkan 9.30 leygarmorgunin 5. juli fer regattaflotin úr Hvalvík, og nú verður kósin sett út til Nólsoyar.