Um eina løtu - ella klokkan 15 - verður móttøka í Vestmanna í samband við, at trolarin Fram, sum P/F Jókin hevur keypt úr Írlandi, kemur á Vestmanna.
- Bjóðað verður til móttøku í kantinuni á fiskavirkinum, og høvið verður eisini at síggja skipið. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga eigararnir.
Trolarin Fram, sum er keyptur fyri Gullberg, sum sakk á fiskileið í fjør summar, er smíðaður í 1989.
Seinastu vikurnar hevur Fram verið á beding í Skotlandi, har skipið er málað, og ymiskt viðlíkahald er gjørt.
Myndina av Fram tók Niels Jacob Eysturberg.