- Í sambandi við, at nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum er liðugur, bjóðar Almannaverkið til móttøku.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at móttøkan verður fríggjadagin hin 6. februar klokkan 15.
Adressan er Á Kneysum 4, á Toftum
- Í Búfelagsskapinum eru 18 íbúðir umframt felags hølir, siga tey í Nes kommunu.
Á skránni við móttøkuna verða røður og framførslur, og ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.
- Húsið verður opið fyri almenninginum frá klokkan 14-17. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.











