Móttøka fyri Pál

Pál Joensen verður heiðraður í Vági í dag

Í dag kl 16 verður Pál Joensen, sum herfyri vann tvey silvurheiðursmerki í EM kappingini í Skotlandi, heiðraður í heimbygdini Vági.

 

Tað er Vágs kommuna, sum við heiðra Pál Joensen fyri silvurheiðursmerkini á ávikavist 1500 metrum frí og 800 metrum frí, sum eisini eru teinarnir, Pál Joensen er stinnastur í. 

 

Móttøkan verður í VB-húsinum kl 16.