Í morgin, fríggjadagin 7. november, verður móttøka á Bátasavninum í Leirvík fyri Kristinu T. Larsen.
Kristina er júst byrjað í starvi sum leiðari fyri Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Heimatænastan fevnir um eldraøkið, sum verður yvirtikið frá landinum á nýggjárinum.
- Móttøkan verður frá klokkan 14-16, og øll eru hjartaliga vælkomin, veit Eysturkommuna at siga í dag. |










