Í dag var móttøka í býráðshøllini fyri Klaksvíkingi og hinum manningunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum eisini hava klárað seg væl í hesum kappingarárinum.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentantnarnevndini helt røðu fyri kappróðarfólkunum og handaði teimum ein kekk. Forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelag, Jórun Høgnesen helt eisini røðu og handaði rógvarunum heiðursskjal.
Eftir móttøkuna gekk leiðin til Viðareiðis, har døgurði er fyri kappróðrarfólkunum á Hotel Norð. Seinni í kvøld verður fýrverk í Klaksvík fyri kappróðrarfólkunum so tey kunnu síðan halda sær at gleimi eftir góða kappróðaraárið hjá teimum.
Mongu flottu steypini vóru eisini sýnd fram – og Klaksvíkingur fekk enn eina sigursferð runt um í Klaksvík.
Sí eisini myndatema frá móttøkuni: in.fo/index.php










