Móttøka fyri Jógvani í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna fer at skipa fyri móttøku fyri Jógvani Joensen seinnapartin leygardagin.

Fuglafjarðar kommuna fer at skipa fyri móttøku fyri Jógvani Joensen, sum endaði á øðrum plássi í X-factor-kappingini.

 

Móttøkan verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin - páskaaftan - og byrjað verður klokkan 16.

 

Formaðurin í mentanarnevndini hjá Fuglafjarðar býráði, Eyðun á Lakjuni, fer at bjóða vælkomin og fer at siga nøkur orð.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Fuglafjarðar kommuna.